Skip to main content

Lærarabók til Kristini 9

18.09.2013

3 kapitlar á netinum

Nú eru tríggir kapitlar tøkir á netinum til lærarabókina til Kristni 9. Næmingabókin í nýggju útgávuheildini kom í summar. Sum eina roynd, hevur Nám gjørt av, at leggja tríggjar teir fyrstu kapitlarnar úr komandi lærarabókini út á heimasíðuna Kristni 9. Á hesi síðuni ber til at kunna seg um útgávuheildina og serliga næmingabókina til Kristni 9, sum er seinasta bókin í fulfíggjaðu røðini av nýggjum bókum til júst hesa lærugrein. Í lærarabókini eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlunum og at geva næmingunum møguleika at arbeiða við øðrum uppgávum enn teimum, sum eru í bókini og tískil víðka um fatanin av lærugreinini.