Skip to main content

Lærarabókin til Kristni 6 komin

20.08.2013

Nú ber til hjá lærararum at ogna sær lærarabókina til nýggju bókaheildina Kristni 6. Lærarabókin er skipað soleiðis, at tað er lætt hjá læraranum at leita fram tað, hann skal brúka. 

Hugskot, hvussu undirvísingin kann verða skipað, eru til allar síður í næmingabókini. Summi hugskot eru samrøðuevni, summi vísa læraranum, hvussu undirvísingin kann gerast meira spenandi, og uppaftur onnur eru størri og minni undirvísingarupplegg.

Til allar kaptilar verður víst til sálmar og sangir, ið hóska til. Víst verður eisini til spøl, bólkaarbeiði, tvørfakligt arbeiði, uppgávur o.a., sum kunnu gera undirvísingina meira viðkomandi og fjølbroytta.

Jón Magnus Joensen hevur skrivað alla røðina Kristni 4Kristni 5 og Kristni 6. Til allar næmingabøkurnar í røðini er lærarabók, uppgávubók og útgávuheimur á Snar.

Hannis Egholm hevur teknað og sniðgivið bøkurnar, Ingi Sørensen og Allan Korsager Dalsgarð hava gjørt myndlistarliga partin.

Bókaheildin Kristni 6 hevur eina síðu á Snar, sum støðugt verður ment. Beinleiðis slóð til síðuna: snar.fo/kristni6

 

Lærarabókin kostar 800,- kr.

Næmingabókin kostar 350,- kr.

Arbeiðsbókin kostar 98,- kr.