Skip to main content

Teknirøð um Martin Luther

27.06.2017

Nýggj teknirøð um Martin Luther

”Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin” er teknirøð, sum Nám gevur út eftir áheitan frá fólkakirkjuni í sambandi við at 500 ár eru liðin siðan reformatiónin tók seg upp.

Fyri Nám hevur Dann Vinther umsett teknirøðina, ið hevur næmingar í 6. og 7. flokki sum málbólk.

Upprunahvøundar eru Johannes Saurer og Ulrike Albers. Günter Schuchardt hevði søguligu viðgerðina um hendi, og týska upprunaheitið er “Martin Luther - ein Mönch verändert die Welt” (2016).

Teknirøðin knýtur seg til temasíðuna um Luther á undirvísingarportalinum Snar.

Teknirøðin um Luther telur 32 blaðsíður og fæst í bókabúðunum fyri 98 krónur.