Skip to main content

Atlas í jólabýnum í Klaksvík

11.12.2014

Tunnilsdagin, leygardagin 13. desember kl 15:00 fer Birgir Kruse, ritstjóri í Námi, at leggja fram nýggja atlasið, Atlas til heim og skúla, í Spaniastovu, sum er partur av tiltakinum 'Jól í Klaksvíkini'

Samstundis fáast atlasið og veggjakort til keyps í bókhandlinum Leikalund. Við hesi útgávu hevur tað eydnast 47 fólkum at festa fleiri enn 18.800 leitorð úr øllum heiminum á 248 føroyskar blaðsíður. Nýggja atlasið hjá Námi er eftir tveimum vikum vorðin metsølubók. Útvið 1200 eintøk eru longu seld.

Tunnilsdagin er prísurin hesin:

Atlas   kr. 399,-

Heimskort laminerað    kr. 299,-

Heimskort pappír       kr. 199,-

Føroyakort     kr. 299,-