Fyrsta Føroyakortið

10.03.2014
Fyri fyrstu ferð er eitt Føroyakort til skúlabrúks teknað í Føroyum. Tað er Føroya Dátusavn (FDS), sum í sambandi við nýggja atlasið hevur ment kortið saman við Námi. Umframt at kortið verður á tólv blaðsíðum í atlasinum, fæst tað eisini til keyps sum uppslag at heingja á veggin.
“Føroyakortið er vorðið til, tí tað hevur verið ein fullkomin samanrenning millum tey røttu fólkini ta røttu løtuna”, sigur Magnus Tausen, ið er stjóri í Námi, við nýkomna Skúlablaðið.