Skip to main content

Landafrøði 1

18.07.2013

- ein flippbók

Komandi skúlaár verður "Landafrøði 1, Náttura", tøk hjá øllum lærarum og næmingum sum flippbók. Hetta er ein talgild bók, sum blaðast kann í á telduni. Bókin er fyrsta av trimum. Henda fysta bókin, hevur undirheitið Náttúra og snýr seg um náttúrulandafrøði og viðger náttúruna á jørðini í fýra pørtum, sum eru jørðin og kortini, jarðarskorpan, veðurlag og vøkstur og at enda vatnið á jørðini. Bøkurnar eru til lærugreinina landafrøði í 7.,8. og 9. flokkunum.

Felags fyri bøkurnar er, at tær leggja allar dent á at geva næmingunum kunnleika, sum byggir á innlit og evnini at síggja sambond. Í tilgongdini verður dentur lagdur á at lýsa t.d. hvussu jørðin sær út við áum, vøtnum, fjøllum, bygdum, býum, londum, vegum og nógvum øðrum og at greina, hví eitt nú regnskógir og oyðimerkur, jarðskjálvtar og eldgos eru og hví tað er fjølbygt summastaðni á jørðini og fólkatómt aðrastaðni. Næmingarnir læra eisini um, hvussu menniskju gagnnýta jørðina, og hvussu heimurin broytist. Tað kann snúgva seg um, hvat vit dyrka, ella hvussu vit brúka náttúrutilfeingi sum vatn, olju og jarnmálm. Eisini eggja bøkurnar næmingunum til at finna svarini á spurningum sum: Hvussu sá tað út fyrr í tíðini? Hvat hendir á jørðini nú á døgum? og hvussu verður tað í framtíðini?  Røðin fevnir bæði um global og lokal viðurskifti og roynir at geva næmingunum eina fatan av avgerandi viðurskiftum sum t.d. hví vatnflóð er?, hví kríggj bresta á? ella hví so nógv fólk flyta úr heimbygdum sínum til býir ella onnur lond? Aðalmálið er, at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.

Bøkurnar í røðini eru:

Landafrøði 1 – Náttúra, snýr seg um náttúrulandafrøði og viðger náttúruna á jørðini í fýra pørtum: Jørðin og kortini, Jarðarskorpan, Veðurlag og Vøkstur og Vatnið á jørðini.

Landafrøði 2 – Mentan, viðger mentanarlandafrøði; hvussu menniskju brúka og broyta jørðina.  Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka og Landafrøði og politikkur.

Landafrøði 3 – Heimspartar, snýr seg um heimspartar og viðger í í seks pørtum: Evropa, Asia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika og Osiania.

Læraravegleiðingin til Landafrøði 1 – 3 veitir læraranum fakliga og didaktiska vegleiðing, umframt at hon hevur nógv uppskot til uppgávur.

Øll røðin kemur út í 2014.  Bøkurnar verða prentaðar til skúlaársbyrjan, men læraravegleiðingin verður talgild og fer at liggja á snar.fo. Í fakmáli leggur øll røðin leggur seg at komandi atlassinum, Heimurin – atlas til heim og skúla, sum kemur í november 2014.