Næstan 50.000
03.03.2017
Fyri fyrstu ferð eru útlit fyri, at vit verða fleiri enn 50.000 fólk í Føroyum. Tí er ein temasíða gjørd á Snar um fólkatalsfrøði, har tosað verður við Hans Paula Strøm á Hagstovuni.
Annað tilfar, m.a. úr Kringvarpinum, er eisini á temasíðuni, sum hevur heitið ”Næstan 50.000”.
Við uppgávum og eftir námsætlanini er tilfarið gjørt til hádeild, har fólkatalsfrøði er eitt kjarnaøki í landafrøði.
Snar, sum hevur gjørt síðuna, mælur til, at í ársætlanini verða brúktir 6-8 tímar í landafrøði til hesa temasíðu.