Føroysk grundbók til sálarfrøði
Heri Kragesteen
(1950-2018) var sálarfrøðingur við drúgvum undirvísingarroyndum bæði á
miðnámsstigi, Læraraskúla, Fróðskaparsetri og í sambandi við eftirútbúgving av
lærarum og námsfrøðingum. Bókin, sum nú kemur út, hevur verið leingi ávegis, og
tíverri vóru seinastu snøklarnir við rættlestri og umbróting ikki komin upp á
pláss, áðrenn rithøvundurin andaðist í fjør.
Nú er tilfarið tó klárt
bæði sum pappírsbók og samvirkin bók á netinum.
Sálarfrøði snýr seg um, hvussu vit mennast sum menniskju, hvussu vit bæði stýra og eru
stýrd, og hvussu vit verða ávirkað av teim umstøðunum, vit liva í, og teimum
fólkum, vit eru saman við.
Bókin er skipað í átta
tættir: 1) Sálarfrøði, almennur partur 2) Menningarsálarfrøði 3) Ungdómur 4) Ymiskleikasálarfrøði
5) Eitt felagssálarfrøðiligt sjónarhorn 6) Kognitión og nervalagssálarfrøði 7) Læra
og lærustøður 8) Persónsmenning.
Talan er um bæði eina
søguliga gjøgnumgongd og eina allýsing av sálarfrøði sum vísindagrein. Nomið
verður við sálarfrøðilig ástøði og sálarfrøðiligar kanningar. Ymisk vísindalig
sjónarhorn verða lýst. Og hugt verður t.d. at
psykoanalýsu, behaviorismu og humanistiska rákinum.
Bókin er 297 síður long. Pappírsbókin fæst til
keyps í bókasølunum kring landi fyri 248,- krónur, og samvirkna bókin er tøk
her: https://salarfrodi.systime.dk/.
Eitt árshald til sBókina kostar 98,- krónur, og eitt fýra ára hald kostar 148
krónur.