Skip to main content

Franskbókin er dagførd

09.07.2019

Nú er mállæran løgd inn sum vanligar sBókasíður.

 

Í 2016 varð fyri fyrstu ferð nakrantíð undirvísingartilfar til lærugreinina

franskt givið út á føroyskum máli. Talan er um sBókina, Franskbókin, sum

fransklærararnir, Hanna Jensen og Hallgerð Brim, hava týtt úr donskum og

tillagað til føroyskt.

Franskbókin varð givin út sum pappírsbók í 2018.

Nú er sBókin dagførd, soleiðis, at franska mállæran, som lá sum pdf-fíla inni í sBókioni, nú eisini er løgd inn sum vanligar sBókasíður. Hetta hevur m.a. við sær, at tað er lættari at leita í mállæruni. Eisini eru nakrar rætingar gjørdar í sBókini.

Í summar hava allar sBøkurnar hjá Námi skift domeni, so nú liggur Franskbókin á hesum leinkinum: https://franskbokin.sbok.nam.fo/

Nýggj útgáva av pappírsbókini er sisini á veg.