Heimurin sum plakat
Síðan hevur Nám dagført og prentað bæði kortini av nýggjum fleiri feðir.
Bókamiðsølan selur veggjakortini hjá Námi.
Nýggjasta kort úr Námi er ”Heimurin” (Nám 2022), sum er eitt dagført politiskt veggjakort í stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). Kortið er umsett úr enskum.
Á kortinum eru øll staðarnøvn, lond og landafrøðilig fyribrigdi, so sum fjallarøðir og havleiðir, umsett, so framsetingin er hugsað sum føroysk plakat at brúka í skúla, á arbeiðsplássi og heima. Nýtt land er Esvatini, sum fyrr kallaðist Svasiland, og høvuðsstaðurin í Ukraina verður nú stavaður Kyiv.
Veggjakortið ”Heimurin” fæst í lamineraðari útgávu, sum skrivast kann á, eins og Føroyakortið hjá Námi. Niðast á kortinum eru heimsins fløgg.
Prísurin fyri nýggja veggjakortið úr Námi er 398,00 krónur.