Skip to main content

Myndir frá holocaustdegnum í Fuglafirði

27.01.2023

Her eru myndir frá holcaustdegnum, sum í ár var hildin í Fuglafjarðar skúla. Nám skipaði fyri.

Í ár var evnið Holodomor, ið merkir hungursdráp. Tað sipar til eina hending, ið fór fram í núverandi Ukraina 1932-1933, tá Stalin tømdi korngoymslurnar í landinum. Hetta elvdi til hungursneyð og fleiri milliónir lótu lív.

Eiler Hansen og Birgir Kruse tóku myndirnar.

Ólavur í Geil samskipaði tiltakið.