Nám gevur út sBók í vinnurætti
Louise Restorff Jacobsen hevur skrivað bókina Vinnurættur til lærugreinina vinnuættur á C-stigi í miðnámi. Eingin føroysk lærubók er til hesa lærugreinina frammanundan.
Tá ið Nám skipaði fyri handritakapping í 2016/17 vann Louise kappingina við handritinum til Vinnurætt.
Í Grundgevingini segði dómsnevndin m.a.:
Handritið er ein grundbók, ið fylgir námsætlanini í einari breytalærugrein á miðnámi. Bókin hevur eisini almennan áhuga, tí hon er um eitt alment samfelagsligt evni, ið bæði vinnulív, stovnar og privatpersónar kunnu fáa gagn av at lesa. Handritið er væl skrivað, og málsligi og námsfrøðiligi búnin hóska væl til miðnám. Handritið er ávegis liðugt, skrokkurin er greiður, og útgávan verður passalig í vavi.
Høvundurin hevur hugsað um at hava bæði filmsbrot og venjingaruppgávur knýttar at. Hetta hóskar væl til sBóka-skipanina, sum er høvuðsútgávumiðilin til miðnám.
sBókin verður ókeypis restina av 2021. Frá januar 2022 kann bókin keypast fyri úr 78,- kr.