Nýggj heimasíða til skúlar
13.09.2021
Eins og heilsuverkið longu er talgilt í samkoyrandi skipanum, er ætlanin at skúlar og útbúgvingar eisini skulu talgildast í eini samvirkandi eind. Fyri kt-eindina í Undirvísingarstýrinum avdúkaði Clarisse Simonsen, heimasíðuna á samkomu í Norðurlandahúsinum í dag. Nýggja heimasíðan vendir sær tó ikki bara til skúlar, næmingar og lærarar, men til almenningin. Á henda hátt verður skúlaskipanin sum frá líður partur av heildarætlanini um einar talgildar Føroyar.