Skip to main content

Tekna til skeið fyri 7. juni

16.05.2018

Freistin at tekna til skeið fyri skúlaárið 2018-2019 er 7. juni

Vælkomin á skeið í Námi

Skeiðsyvirlit og melda til her

Skúlaárið 2018/2019 skipar Nám fyri skeiðum, ið eru mennandi og kveikjandi fyri lærarar bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Summi skeið eru vend móti ávísum lærugreinum, og onnur leggja dent á háttalag og námsfrøði.

2018 er ár fyri málmenning hjá børnum, og í hesum høpi hava vit aftur í ár skeið við Málspølum, eins og Súluskeiðini eisini eru á skrá.

Nám gav fyrr í ár bókina Mennandi Sálarfrøði út, og í tí sambandi verða skeið boðin út, ið rithøvundarnir sjálvar skipa fyri, eisini verður eitt skeið fyri leiðslur undir sama evni.

Nám hevur í samstarvi við Helga Dam Ziska givið út undirvísingartilfar í talvi. Helgi kemur sjálvur at hava skeið fyri lærarum við støði í tilfarinum.

Á skrá eru eisini skapandi skeið innan film og handaverk og list. Alt hetta og annað, sum vit vóna fer at geva lærarum vegleiðing og íblástur á ymsum økjum.

Lærugreinadagarnir eru væl umtóktir, og hesir eru aftur á skránni næsta skúlaár. Her er gott høvi hjá faklærarum at møtast og deila vitan og royndir. Harumframt hava vit aftur í ár nøkur ferðaskeið, sum skúlarnir kunnu bíleggja einsæris. Við hesum skeiðunum fáa allir lærarar skúlans høvi at savnast um eitt ávíst skeið.

Skeiðini eru mong og fevna ógvuliga breitt. Tosa við leiðsluna um, hvat hóskar best til tín, og hvørji av skeiðunum kunnu geva tær íkast til ein lættari gerandisdag.

Við vón um góða undirtøku til skeiðini og gott samstarv við skúlarnar síggja vit í Námi fram til skúlaárið 2018/2019 við spenningi.