Skip to main content

Finka á úrvalslista at vinna BELMA

03.09.2020

Føroysk skúlabók millum tær bestu í Evropa.

Finka- Føroyskt til annan flokk, sum Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað og Kathrina Skarðsá hevur teknað, er við í kappingini at gerast besti lærumiðil í Evropa. Bókaheildin Finka er nevniliga komin á úrvalslistan hjá dómsnevndini í BELMA (Best European Learning Matereals Awards). BELMA virðislønin verður latin á bókamessuni í Frankfurt á hvørjum ári. Tað er felagsskapurin European Educational Publishers Group, ið skipar fyri kappingini.

Í 2017 vann Marianna Skarðenni Poulsen handritakappingina, sum Nám skipaði fyri, og nú er útgávan Finka so innstillað at vinna BELMA virðisløn í bólkinum fyri undirvísingarmiðlar til grundskúlan.

Vit vistu, at útgávan var góð, tí meldaðu vit hana til kappingini, og nú fáa vit eisini staðfest, at evropeiska elitan innan skúlabókaútgávu heldur tað sama.

Nám ynskir Marionnu og Kathrinu til lukku við innstillingini, og vit gleða okkum til 14. oktobur, tá ið vinnarin verður avdúkaður.