Skip to main content

Grót og steinar

12.09.2013

Skeið í Náttúru og tøkni

Í Námi og úti í náttúruni hava Uni Árting, jarðfrøðingur, og Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, sum bæði starvast á Jarðfeingi, havt tvey kveikjandi og fultteknað læraraskeið um grót og steinar í Føroyum.

Við hepni hava tey bæði givið lærarum vitan og amboð at kveikja áhuga hjá børnum og ungum fyri føroysku jarðfrøðini. Hetta hevur verið gjørt á ein spennandi og øðrvísi hátt við lutum, amboðum, skrivligum tilfari, myndum eins og upplivingum úti.

Skeiðið tekur støði í nýggja skúlasavninum, sum sæst á myndini. Jarðfeingi hevur gjørt tilfarið, sum inniheldur kort og frágreiðingar, grót- og steinsløg og uppskot til áhugaverd støð at vitja í føroysku náttúruni. Savnið, sum skúlar kunnu keypa frá Jarðfeingi, verður sýnt fram í Námi.

Fyrra dagin varð undirvíst um føroysku jarðfrøðina. Við nýggja skúlasavninum lærdu skeiðsluttakararnir at eyðmerkja og navngeva grót- og steinsløg. Seinna dagin varð farið út at royna tað sama í føroysku náttúruni. Evni, ið vórðu viðgjørd, vóru føroyska fláarøðin, jarðfrøðisøgan, føroysk grót- og steinsløg og støð, sum eru verd at vitja.