Skip to main content

Landsroyndarfrágreiðingin 2023 er tøk

15.06.2023

Í døgunum 18. – 20. apríl vóru allir næmingar í 4. og 6. flokki til landsroynd. Lærugreinarnar, sum eru partar av royndini, eru føroyskt, støddfrøði og náttúru og tøkni.   

Úrslitini frá landsroyndini eru nú viðgjørd, og landsroyndarfrágreiðingin er løgd á heimasíðuna hjá Próvstovuni. Frágreiðingin er í ár skipað øðrvísi enn undanfarin ár. Hon er munandi styttri, enn hon hevur verið, og sjóneykan er sett á ávís evni. Serliga er dentur lagdur á hugtakskarmarnar, og hvussu úrslitini hjá næmingunum kunnu setast í samband við hesar. Eisini er hugt eftir, hvussu næmingarnir hava megnað at loyst ymiskar uppgávur í føroyskum staviførleika, 4. og 6. flokkur, og føroyskum málførleika, 6. flokkur, hetta fyri at meta um førleikan at stava og benda ymisk orð.

Landsroyndarfrágreiðingin, saman við hagtølum, ið verða send skúlunum, eru amboð, ið skúlar brúka sum eftirmetingaramboð.

Landsroyndarfrágreiðingin kann takast niður her