Skip to main content

Savna plast í 15 minuttir

16.03.2017

Tín flokkur kann vera við í Norðurlensku Plastkappingini og Norðurlendskum Skúlakjatti

Veðurlagskappingin - Norðurlendska Plastkappingin er ein ókeypis undirvísingarætlan, sum í ár setir sjóneykuna á trupulleikan við plasti í náttúruni.

Samstundis leysgevur Norden i Skolen-portalurin heilt nýtt undirvísingartilfar um júst avbjóðingarnar við plast-evninum, mikroplasti í havinum og í okkara magum. Tilfarið verður ment við denti á læruætlanirnar hjá Norðurlondunum, og vendis sær til málbólkin 12-16 ár.

 

 

Norðurlendska Plastkappingin

Í Norðurlendsku Plastkappingini kunnu allir flokkar í Norðurlondum fram vil 23. mars vera við í kappingini um at steðga plastdálkingini. Samstundis ber til at vinna 5000 kr til flokskontuna.

Tað einasta flokkurin skal gera, er, at fara út at finna so nógv plastburturkast gjørligt og senda eina mynd av fonginum til nordeniskolen.org, so eru tit við.

Á heimsíðuni nordeniskolen.org er undirvísingartilfar, video o.a. um plastdálking í Norðurlondum. Í vinarfloks-datagrunnijnum kunnu tit eisini finna aðrar flokkar í Norðurlondum at tosa við á netinum, um hvussu tey merkja plastdálking og hvat tey gera við hana.

Norðurlendskt Skúlakjatt

Á norðurlandadegnum 23. mar 2017 hava allir skúlaflokkar í norðurlondum møguleika at vera við í Norðurlendskum Skúlakjatti, sum er ein góður møguleiki at venja grannamálini upp á ein stuttligan máta.

Bæði Plastkappingin og Skúlakjattið eru á nordeniskolen.org, sum er ein ókeypis síða við undirvísingartilfari og einum vinarklassa-datagrunni við flokkum úr øllum Norðurlondum.

"Meginfelag Norrønu Felaganna", sum Norrøna felagið í Føroyum er partur av, hava latið heimasíðuna, nordeniskolen.org gera við stuðli frá Norðurlendska Ráðharraráðnum.