Skip to main content

Bókaframløga: Søgur um ull

21.05.2021

Bókaframløga og framsýning í Námi

Mánadagin 31. mai klokkan 15:00 verður bókin Søgur um ull eftir Ásu Hátún løgd fram í Námi á Hoyvíksvegi 72.

Á skránni er samrøða við høvundin og tónleikur. Eisini bjóðar Nám ein drekkamunn, og høvi verður at keypa eina signeraða bók fyri serprís, 298 kr.

Í sambandi við útgávuna verður framsýning av pløggum og lutum hjá Ásu í Námi fram til 1. juli.

Les meira um tiltakið her

Les meira um bókina her