Skip to main content

Nýggj sBók í lestrarmenning

25.08.2022

Til skúlaárið 2022/23 gav Nám út sBókina Lestrarmenning

Lestrarmenning er tilfar bæði til næmingar, lærarar, læraratoymið og vegleiðarar á miðnámi.

Næmingarnir fara í hesari sBókini at arbeiða við tilfari, sum gevur teimum betri lestrarføri.

Lestrarmenning leiðbeinir um nýtiligar lestrarvanar, og hvussu haldgóður, fakligur ágóði fæst burtur úr miðnámsskúlatíðini. Leiðbeiningin fevnir um prei og snildi at nýta í munnligari og skrivligari miðling, eins og næmingurin eisini verður kunnaður um m.a. eftirmeting, nýgerð, og hvussu næmingurin finnur sín egna læringarstíl.

Í sBókini eru fýra kapitlar: 1) Nýggj á miðnámi, 2) Lestrar- og arbeiðshættir, 3) Vísindaástøði og 4) Miðlan og samskifti. Christian Ihlen hevur skrivað kapittulin um vísindaástøði, meðan Randi Kúrberg hevur týtt hinar úr donskum úr bókini Studievaner på stx, eftir Lise Ludvigsen. Annie Fjallsá og Maria Gregersen hava staðið fyri fakligu viðgerðini og tillaga til føroysk viðurskifti.

Arbeitt verður við at leggja nakrar kapitlar aftrat bókini.

Árni Øregaard hevur tikið myndirnar til bókina og gjørt videoupptøkurnar, sum eru í bókini, tó ikki NotatHugakort og Grafisk notat í 2.3, og Framløguamboð í 4.2. Tær upptøkurnar hevur Doris Djurhuus gjørt.

Lestrarmenning er ókeypis at nýta skúlaárið 2022/23.