Brynhild um falstíðindi
Eins og undanfarin ár skipar Nám fyri skeiðum, ið eru mennandi og kveikjandi fyri lærarar í fólkaskúla og á miðnámi. Summi skeið eru vend móti ávísum lærugreinum, og onnur leggja dent á háttalag og námsfrøði.
Undir yvirskriftini ”Fæst koppseting fyri falstíðindi?” fer Brynhild Thomsen, journalistur í Kringvarpinum, at ganga gjøgnum falstíðindi og vísa á týdningin av virknum keldukritikki í skúlanum. Skeiðið, sum verður í Námi 20. november, hevur til endamáls at geva lærarum kunning og íblástur til at læra næmingin at lesa og brúka aktuellar miðlar við kritiskum eygum.
Støðið er temasíða á undirvísingarportalinum Snar um miðlar og annað aktuelt tilfar úr øðrum miðlum, t.d. tilfar, sum øsir fólk til fremmandahatur. Arbeitt verður við falstíðindum og týdninginum av, at næmingar læra keldukritikk. Nomið verður eisini við falstíðindi í og úr Russlandi, og opinión verður sett upp móti journalistikki. Skeiðið verður skipað sum fyrilestur og kjak við innlendskum og útlendskum dømum, sum leggja upp til eina kritiska undirvísing í og við miðlum, serliga á netinum. Málbólkurin er lærarar í hádeild ella á miðnámi. Tekningarfreistin er sunnudagin 30. juni 2019.
(mynd: kvf.fo)