Skip to main content

Javnrættindi

26.02.2016

Nýggj temasíða á Snar

Fyri 100 árum síðani fingu kvinnur og ognarleys valrætt og valbæri til Føroya Løgting. Tí er nýggja temasíða gjørd á undirvísingarportalinum Snar um javnrættindi.

Temasíðan vendir sær til hádeild. Endamálið er at taka ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, við í undirvísingina.

Javnstøða millum kyn er ein av fleiri mátum at viðgera samfelagið, men er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt.

- Við hesum tiltakinum vóna vit saman við Námi og undirvísingarportalinum Snar, at gera fólk meira tilvitað um, at vit nú 100 ár seinni enn ikki eru komin á mál í javnari kynsbýti, sigur Marna K. Jacobsen, ið er nývald forkvinna í Demokratia.

Í vetur verður kommunuval, og tá fer Demokratia at skipa fyri fundum og upplýsing, sum skal gera fólk tilvitað um týdningin av at stilla fleiri kvinnur upp til kommunustýrini.

- Vónin er, at tað skal vera líka natúrligt at velja kvinnu sum mann í kommunustýrini í landinum, sigur Marna K. Jacobsen í sambandi við nýggju temasíðuna um javnrættindi.

Demokratia er sett saman av umboðum fyri politisku flokkarnar, Kommunufelagið, Javnstøðunevndina og Kvinnufelagasamskipan Føroya.

Á temasíðuni um javnrættindi eru hugskot til undirvísing og slóðir til ymiskt tilfar, ið kann fáa læraran og flokkin at viðgera javnstøðuspurningar, og framhaldandi at hugsa hesar spurningar, ið eru alt annað enn sjálvsagdir, inn í undirvísingina.

Temasíðan sæst her: snar.fo/javnraettindi