Skip to main content

Løgtingsval í skúlanum

21.08.2015

Lær um vinstra og høgra, loysing og samband

Við støði í valplakatum til løgtingsvalið 1. september, hevur Nám gjørt temasíðu á Snar. Temasíðan, sum er ætlað miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum, kann brúkast í søgu, føroyskum og myndlist. Undirvísingarupplegg eru gjørd um tekst- og myndabrúk á valplakatum og á heimasíðum hjá teim sjey politisku flokkunum, sum stilla upp til løgtingsvalið.

Her er temasíðan um løgtingsvalið í 2015