Skip to main content

Skeið í samfelagsfrøði

05.05.2017

Nýtt skeið í samfelagsfrøði í hádeild

 

Skeið nr. 1617-49 - Samfelagsfrøði í hádeild

Endamál: At kunna lærarar, ið ynskja at undirvísa í samfelagsfrøði komandi skúlaár, um nýggja undirvísingartilfarið í samfelagsfrøði og geva íblástur til, hvussu bókin og talgilda tilfarið kann brúkast í undirvísingini.

Innihald: Nýggja bókin, Samfelagsfrøði, 7. flokkur, verður løgd fram, og skeiðsluttakarar sleppa at kunna seg um bókina. Hetta er fyrsta bókin í einari trýbókarøð. Eisini verður talgilda tilfarið, ið er knýtt at bókini, gjøgnumgingið.

Nakrar av næmingauppgávunum verða eisini royndar.

Málbólkur: Lærarar, ið ynska at undirvísa í samfelagsfrøði í fólkaskúlanum.

Undirvísing: Eyðna Magnussen, ritstjóri og lærari.

Stað/tíð: Nám

29. mai kl. 9-15

Skeiðstekning: Tekning skal vera viðmæld av skúlans leiðslu og send til teldupost skeid@skulin.fo.

Tekningarfreist: Fríggjadagin 19. mai.