Valbitar
13.08.2019
Nýtt á Undirvísingarportalinum Snar eru valbitar til veljaran.
Snar hevur biðið allar teir politisku flokkarnar, sum stilla upp til løgtingsvalið, senda ein stuttan valbita til teir næmingar, sum eru 14 ár og eldri. Fleiri flokkar hava longu svarað.
Valbitin er ætlaður næmingum í hádeild í fólkaskúlanum, sum eru 14 ár. Gongur alt eftir ætlan fer nývalda tingmanningin at sita í fýra ár. Tá verða næmingarnir 18 ára gamlir og hava valrætt. Tað er orsøkin til at Snar hevur biðið flokkarnar um at senda næmingunum ein valbita.
Her sæst nýggja temasíðan á Snar, sum er um løgtingsvalið 2019