Skeið í Námi skúlaárið 2024-25
11.06.2024
Nú ber til at melda seg til skeið í Námi skúlaárið 2024-25. Seinasta freist at tekna seg er 1. juli. Tey umleið 40 skeiðini eru ætlað lærarum í skúlaverkinum og eru í stóran mun fakliga upplýsandi og kveikjandi. Seinni í juli verða fráboðanir sendar út um, hvør er sloppin á skeið, og hvørji skeið ikki eru fullteknað.
Í august lata vit upp aftur fyri tilmeldingum til skeið, har pláss er eftir, og helst kemur okkurt annað skeið eisini á skrá tá.