Skip to main content

Brellbiti til Søga 4, ein søguferð

22.06.2015

Nýtt tilfar til søgu og samtíð til 4. flokk verður tøkt til skúlársbyrjan 2015/16

Bókin byrjar, har heimstaðarlæra slepti, við einari opnu við myndum. Tilfarið er søguligt og byrjar við tíðini, tá Føroyar vórðu bygdar. Nakað er um føroyingasøgu og um nógva sambandið, sum var við Noreg og Bergen. Sagt verður eisini frá Sverra kongi, Magnusi Heinasyni og um sjórænarar, sum herjaðu um landið.

Talan er um pappírsbók, fleksbók og læraravegleiðing. Erling Isholm hevur skrivað, og grafiska sniðgevaravirkið AnniJanni hevur teknað og staðið fyri sniðgeving og uppseting.

Her ber til at síggja brot úr Søga 4, ein søguferð