Heimssøga - Frá 1900 til í dag - Ljóðbók
Heimssøga - Frá 1900 til í dag er nú klár sum ljóðbók. Far á síðuna
Umframt ljóðbókina er mangt annað tilfar at finna í útgávuheiminum til Heimssøgu, ið er ein tilfarsgrunnur til Heimssøgu bókaheildirnar. Her finnur tú viðkomandi tekstir. Eisini savna vit viðkomandi leinki og filmar frá t.d. youtube, sum verða bólkað eftir kapittlunum í bókunum.
Harumframt er ætlanin, at útgávuheimurin skal vera tykkara stað til vitanardeiling. Tit, bæði næmingar og lærarar, kunnu senda okkum tilfar, sum er viðkomandi til okkurt ávíst arbeiðsøki í Heimssøgubókunum ella til okkurt annað arbeiði í lærugreinini søga í framhaldsdeildini.
Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls Historia. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga – Fram til 1700 til 7. flokk, Heimssøga – Frá 1700-1900 til 8. flokk og Heimssøga – Frá 1900 til í dag til 9. flokk. Endamálið hevur verið at skapa eitt hugvekjandi lærugreinatilfar, sum er hóskandi til nútíðar næmingin.
Afturat næmingabókunum er læraarvegleiðing við uppgávum, sum ókeypis kann takast niður á Snar.