Skip to main content

Heimssøga til 1700

24.08.2011

Nám gevur út nýggja heimssøgu.

 

Fyrsta av trimum søgubókum til útskúlingina í fólkaskúlanum er komin. Við heitinum Heimssøga fram til 1700 byrjar bókin við fyrstu fornøldini og endar síðst í 1600-talinum.

Jóan Pauli Joensen, rektari og professari í siðsøgu og fólkalívsfrøði á Fróðskaparsetrinum, umsetur fyri Nám tríggjar heimssøgur úr svenskum til føroyskt. Hetta er hin fyrsta. Saman við ritstjóranum, Sigfríði Abrahamsen, hevur hann tillagað bøkurnar til føroysk viðurskifti.

“Øll lond síggja søguna úr egnum sjónarmiði. Í so máta eru vit ikki øðrvísi enn onnur. Vit læra um onnur í einum søguligum høpi við eisini at síggja okkum sjálv í einum høpi,” sigur Jóan Pauli, sum ikki sær nakran trupulleika í at týða søgubøkur úr øðrum máli.

Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga – Fram til 1700 til 7. flokk, Heimssøga – Frá 1700-1900 til 8. flokk og Heimssøga – Frá 1900 til í dag til 9. flokk. Endamálið hevur verið at skapa eitt hugvekjandi lærugreinatilfar, sum er hóskandi til nútíðar næmingin, sigur Nám.

Nýggja bókin Heimssøga fram til 1700 kostar 225 kr.

Her er læraravegleiðingin

Her er heimasíðan til bókina