Skip to main content

Læruríkar eygleiðingar - Savnsfagnaður 2010

16.09.2010

Nú ber til hjá skúlaflokkum at tekna seg til Savnsfagnaðin.

Tekningin verður send við telduposti til lms@lms.fo í seinasta lagi fríggjadagin 24. september.

Í heyst verður – eins og undanfarin ár – Savnsfagnaður á teimum fýra stóru søvnunum í Havn: Náttúrugripasavninum (Jarðfeingi), Sjósavninum, Listasavninum og Fornminnis-savninum. Í fjør vóru samanlagt 3500 vitjanir á øllum søvnunum í heystfrítíðini. Gott 1000 skúlabørn vitjaðu í skúlavikuni, og bæði lærarar og næmingar vóru sera væl nøgd.

Almenningurin er vælkomin at vitja søvnini í heystfrítíðini, og í viku 42 eiga skúlarnir tíð frá 18. til 22. oktober. Tað eru aftur hesa ferð 4., 5. og 6. flokkarnir, sum høvuðsdenturin verður lagdur á í skúlavikuni. Tá ið flokkarnir koma at vitja framsýningarnar, fáa teir rundvísing, og uppgávur verða at loysa bæði sum flokkar og sum einstaklingar. Evnið í ár er eygleiðing.

Neyðugt er hjá skúlaflokkum at tekna seg. Hóskandi er at vitja tvey søvn sama dag. Søvnini hava opið frá kl. 9.00 til 16.00. Tekningin verður send við telduposti til lms@lms.fo í seinasta lagi fríggjadagin 24. september. Flokkar koma á listan í tí røð, teir tekna seg. Við tekning er neyðugt at upplýsa:

  • navn á skúla
  • flokkur og næmingatal
  • kontaktpersónur og fartelefon
  • hvørji søvn flokkurin ætlar at vitja og nær*.

*Flokkar kunnu seta fram ynski um, nær teir vilja vitja søvnini, men fyrireikararnir tilskila sær rættin at skipa tíðirnar. Boð verða send kontaktpersónunum.

Sum nakað nýtt er útskrivað teknikapping fyri børn og filmskapping fyri ung. Freistin at senda tekningar og filmar inn er 30. september 2010. Les meira um Savnsfagnaðin 2010 og kappingarnar á SNAR, www.snar.fo/savnsfagnadur.

Fyrireikarar:

Náttúrugripasavnið, Jarðfeingi, Sjósavnið, Listasavnið, Fornminnissavnið, Skúlabókagrunnurin og Landsmiðstøðin

Lagt út: Wenche Andreassen, ritstjóri