Nýggj føroysk søgubók
Nýggja
skúlabókin byrjar við fýra søguklípum úr 17. og 18. øld, ið knýta eldru søguna
úr fyrru bókini saman við nýggjari søguni, sum er evnið í hesari bókini.
Tað er ein
stór og spennandi uppgáva at gera nýtt søgutilfar til miðdeild í fólkaskúlanum,
har saknur leingi hevur verið á nýggjum upprunatilfari til undirvísingina. Eg
havi hugt at galdandi námsætlan, har dentur verður lagdur á at taka støði í
viðurskiftum, sum eru ítøkilig hjá næminginum. Tríggir partar í bókini taka
støði í gerandisdegnum hjá næminginum, har evnini eru fótbóltur, bilar og
telefonir, sum hvør í sínum lagi siga søguna um tjúgundu øld og fram til okkara
tíð. Hetta er ein roynd at gera mangan abstrakta søgu ítøkiliga hjá næminginum.
Endamálið er, at næmingurin við hesum evnum gerst tilvitaður um partar av
søguni, sum hjá flestu næmingum fylla nógv í gerandisdegnum. Tað eigur at skapa
gróðrarbotn fyri størri áhuga og søgufatan, sigur Erling Isholm, høvundar at
nýggju søgubókini Søga 5, eitt land í menning.
Fiskivinnan,
sum broytir íbúgvaviðurskiftini, bretska herseting og tann veruleiki, at
kvinnur koma á arbeiðsmarknaðin, mynda eisini innihaldið í nýskrivaðu
søgubókini, sum er netbók, pappírsbók og læraravegleiðing.
Gunvá Magnusen
hevur verið ritstjóri, nú Nám gevur út nýggjar søgubøkur til miðdeild í
fólkaskúlanum. AnniJanni hava staðið fyri grafiska arbeiðinum.