Skip to main content

Nýggj sBók um føroyska søgu

08.01.2015

Nú er Føroysk søga 1 tøk at keypa, og Nám vónar at skúlar fara at keypa nýggja spennandi undirvísingartilfarið

Leingi hava lærarar, foreldur og næmingar saknað nýggja undirvísingarheild til føroyska søgu, og nú er fyrsta bind sett til sølu.

sBókin Føroysk søga 1 er ætlað søguundirvísingini í 7. flokki. sBókin viðger tíðarskeiðið uml. 1750 til uml. 1914 í føroyskari søgu. Millum evnini, ið verða viðgjørd, eru Vágsbotnshandilin, Nólsoyar Páll, gamla bygdasamfelagið í 19. øld, fríhandil, samfelagsbroytingar síðst í 19. øld og tjóðskaparlig veking.

Jóan Pauli Joensen, Dr. Phil, Fil. Dr., professari í siðsøgu, hevur skrivað tekstin, og Ole Wich hevur teknað og savnað inn myndir. Bergur Rasmussen, lærari, hevur skrivað læraravegleiðingina og gjørt uppgávur til tilfarið, og Sigfríður Abrahamsen hevur ritstjórnað og savnað inn filmar.

sBøkur eru samvirknar bøkur. Tað vil siga, at tær – umframt tekst – hava ljóð, film og samvirknar uppgávur. sBøkurnar liggja á netinum, men eru persónligar, soleiðis at næmingurin kann skriva viðmerkingar og undirstrika í sínari egnu bók.

Føroysk søga 1 er ætlað at verða brúkt saman við bókunum um heimssøgu, sum Nám fyri stuttum gav út til framhaldsdeildina. Jóan Pauli Joensen hevur týtt og tillagað røðina Heimssøga, sum Nám hevur keypt frá svenska forlagnum Natur & Kultur.

Nýggja sBókin kostar 99 krónur fyri eitt 3-ára hald. Skúlar (og onnur) kunnu keypa sBókina í netsølubúðini hjá Systime.

Umframt tekstin fáa næmingar og lærarar atgongd til:

• 35 samvirknar uppgávur

• 29 filmsbrot

• 8 samvirknar ritmyndir

• 96 uppgávur

• 165 myndir

• 165 orðafrágreiðingar

• 60 persónslýsingar

• 3 arbeiðsfrymlar

 

Viðkomandi leinki:

Hygg í bókina!

Keyp bókina!

 

Heilsan

Nám