Samvirkin søgubók á netinum
Næsta ár gevur Nám aftur eina s-bók út. Talan er um bókina Føroysk søga 1, sum longu nú er tøk á netinum. S-bøkur eru bøkur, sum er samvirknar. Tað vil siga, at tær umframt tekst hava millum annað ljóð, film og samvirknar uppgávur.
Jóan Pauli Joensen, Dr. Phil, Fil. Dr., professari í siðsøgu, hevur skrivað tekstin og Ole Wich hevur savnað inn myndir og filmar til s-bókina. Sigfríður Abrahamsen hevur ritstjórnað.
Føroysk søga 1 er ætlað søguundirvísingini í 7. flokki. S-bókin viðger tíðarskeiðið 1750-1914 í føroyskari søgu. Millum evnini, ið verða viðgjørd eru Vágsbotnshandilin, Nólsoyar Páll, gamla bygdasamfelagið í 19. øld, fríhandil, samfelagsbroytingar síðst í 19. øld og tjóðskaparlig veking.
S-bókin er framvegis í gerð. Enn eru ikki øll filmsbrot komin við í bókina, og upplestur og uppgávur mangla, men lærarar eru vælkomnir at nýta tilfarið. Viðmerkingar, ynski, hugskot til uppgávur o.s.fr. kunnu sendast við telduposti til sigfridur@nam.fo