Savnsfagnaður verður aftur fyri skúlar í heyst
Tað eru aftur hesa ferð 4., 5. og 6. flokkarnir, sum høvuðsdenturin verður lagdur á. Tá ið flokkarnir koma at vitja framsýningarnar, fáa teir rundvísing, og uppgávur vera at loysa bæði sum flokkur og sum einstaklingar. Møguliga verður onkur kapping eisini, sum allir vitjandi flokkar kunnu taka lut í. Í fjør vitjaðu gott 1000 skúlabørn í skúlavikuni, og vóru bæði lærarar og næmingar sera væl nøgd.
Tekning til savnsvitjanirnar fer fram tíðliga í heyst, stutt eftir skúlabyrjan, so tað ber til hjá lærarum at gera savnsvitjanina til ein part av ársætlanini. T.d. er upplagt at nýta vitjanirnar á Náttúrugripasavninum og Sjósavninum í náttúru- og tøknilærugreinunum, vitjanir á Fornminnissavninum í søgu og kristni og vitjanir á Listasavninum kunnu nýtast í fleiri lærugreinum, t.d. bæði í føroyskum og myndlist. Tað er Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð, sum samskipar vitjanirnar, og Landsmiðstøðin hevur eisini nógv tilfar um tey ymsu evnini at læna út til skúlarnar.
Tað verður lagt soleiðis til rættis, at ein flokkur hevur møguleika at vitja tvey søvn sama dag. Avmarkað pláss er til vitjanir av tí, at ikki meir enn ein ella tveir flokkar kunnu vitja í senn á einstøku søvnunum. Flokkarnir, sum tekna seg fyrst, fáa fyrst pláss.
Ætlanin er at leggja uppgávur frá søvnunum út á www.snar.fo/savnsfagnadur eina tíð áðrenn.
Um tit vilja hava upplýsingar um framsýningarnar, ber til at seta tykkum í samband við savnslærararnar á ymsu søvnunum:
Fornminnissavnið: Regin Debess, regind@fornminni.fo
Listasavnið: Oggi Lamhauge, oggi@art.fo
Sjósavnið: Símun Berg, simun.berg@skulin.fo
Náttúrugripasavnið og Jarðfeingi: Palli Askham, pallia@ngs.fo
Allar upplýsingar um Savnsfagnaðin verða tøkar á undirvísingarportalinum SNAR
Verkætlanin er eitt samstarv millum hesar stovnar: Jarðfeingi, Náttúrugripasavnið, Sjósavnið, Listasavnið, Fornminnissavnið, Skúlabókagrunnin og Landsmiðstøðina.
Eftir summarfrítíðina verður nærri útgreinað lýsingartilfar sent skúlunum. Tó er plakatin til skúlarnar viðfest tíðindaskrivinum sum pdf, klár at taka niður og heingja upp.
Við bestu savnskvøðum
Náttúrugripasavnið
Listasavnið
Sjósavnið
Fornminnissavnið
Myndin er frá Sjósavninum.
Lagt út: Wenche Andreassen, ritstjóri