Skip to main content

Ungdómsting 2010

05.02.2010

Aftur í ár hevur formansskapur Løgtingsins gjørt av at skipa fyri Ungdómstingi, sum verður tann 8. og 9. februar, og er hetta er triðju ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.

 

Í ár er ungdómstingið mannað við 33 umboðum frá 6 skúlum: frá Vágs skúla, Skúlanum á Ziskatrøð, Felagsskúlanum á Oyrarbakka, Hoyvíkar skúla, Sandoyar Meginskúla og Tofta skúla.

Endamálið við Ungdómstinginum er:

  • at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
  • at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
  • at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
  • at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um.

 

Hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í Løgtinginum, og 10 uppskot eru til viðgerðar:

  1. Uppskot til samtyktar um færri og størri skúlaeindir
  2. Uppskot til samtyktar um at fáa súkklubreytir knýttar at vegakervinum í Føroyum
  3. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
  4. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um valrætt
  5. Uppskot til samtyktar um at fáa fleiri ung í aldringum 14 til 20 ár í arbeiði
  6. Uppskot til samtyktar um ungdómshús
  7. Uppskot til løgtingslóg um loyvi at nýta solarium
  8. Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (seta revsialdurin niður)
  9. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu 
  10. Uppskot til samtyktar um at gera tað lættari hjá almennum stjórum at siga fólki úr starvi.

 

Skrá fyri Ungdómstingið 2010

Mánadagin 8. februar 2010

  •  Kl. 9.00 Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum
  • Umsitingin kunnar limirnar um mannagongdir v.m.
  • Kl. 10.00 Løgtingsformaðurin setir Ungdómstingið
    • Uppskotssetararnir leggja fram uppskotini. 2 næmingar gera viðmerkingar til hvørt uppskot. Møguleiki verður hjá hinum ungdómstinglimunum at seta spurningar til uppskotssetararnar og koma við viðmerkingum
    • Kl. 11.30 Floksskrivarar hava stutta framløgu um politikk - býtt upp í 6 evnir

  • Kl. 12.00 Døgurði í Løgtinginum
  • Kl. 13.00 Nevndarviðgerðir, har spurningar til landsstýrismenninar verða avgreiddir
    • Síðani verða ungdómstingmálini umrødd, og álit verður skrivað í øllum málunum

Týsdagin 9. februar 2010

  •  Kl. 9.30 Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum
  • Kl. 10.00 Ungdómstingfundurin byrjar
  • Umboð fyri nevndirnar leggja fram álitini
    • Uppskotini verða viðgjørd, og atkvøtt verður um tey

  • Kl. 12.00 Døgurði í Løgtinginum
  • Kl. 13.00 Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum
  • Kl. 13.30 Munnligir fyrispurningar til løgmann og landsstýrismenn
  • Kl. 15.00 Móttøka
    • Høvi verður hjá fjølmiðlunum at hitta ungdómstinglimirnar

Lesi meira á: http://logting.elektron.fo/logtingsmal/Logtingsmal07/Ungdomsting/Ungdomsting%202010/Hoevudsyvirlit2010.htm 

 

 Lagt út: Heini Nygaard