Skip to main content

Upplivið søguna á Fornminnissavninum

17.05.2011

Tað er ókeypis hjá skúlum og barnagørðum at vitja Fornminnissavnið í Hoyvík, bæði framsýningina í Brekkutúni 6 og Útisavnið í Hoyvík/Hoyvíksgarð.

Um tit arbeiða við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja leita í søguni og hava kunning um Føroya søgu, so eru hetta góð høvi at vitja Fornminnissavnið, og hyggja at framsýningini í Brekkutúni og Útisavnið í Hoyvík. Tað er ókeypis hjá skúlum og barnagørðum.

Søvnini hjá fornminnissavninum kunnu á ymiskan hátt verða partur í skúlaundirvísing á øllum stigum. Á Forminnissavninum hava tey sum mál at vera eitt fjøltáttað og viðkomandi tilfeingi hjá skúlunum. Tey miða eftir at menna virksemið í samstarvi við lærarar og næmingar. 

Lærarar kunnu seta seg samband við Regin Debess, savnslærari á TLF: 229104 og í samstarvi fáa í lag eina undirvísingarskipan. 

Sí viðheftu plakat.

Kelda: www.fornminni.fo

Lagt út: Sigfríður Abrahamsen, ritstj.