Nýggj fólk í Námi

01.10.2018
Emmy S. Joensen er sett í starv sum námsfrøðiligur serfrøðingur í Námi frá 1. oktober at rokna og trý ár fram. Emmy er fulltrúi í Undirvísingarstýrinum. Umframt Emmy hevur Nám sett tríggjar námsráðgevar í parttíðarstarv á fólkaskúlaøkinum í trý ár. Námsráðgevarnir eru Asta Wolles, sum verður ráðgevi í føroyskum og lesimenning, Tóra Joensen í handaverki og list, og Katrin Gullbein í náttúruvísindaligum lærugreinum og støddfrøði. Asta er í starvi í Skúlanum við Streymin, Tóra í Stranda skúla og Katrin í Skúlanum á Fløtum.
Nám ynskir okkara fýra nýggju starvsfeløgum vælkomnum!