Plakatir av tølunum
03.11.2015
Sum lærarum kunnugt er Nám farið undir at geva út nýggja bókarøð til rokning. Í tí sambandi er ein plakat gjørd upp í A3 stødd av tølunum 0-9 saman við fittu myndunum hjá Janusi á Húsagarði.
Tað sæst, hvussu tølini verða skrivað, og talheitini eru eisini skrivað við bókstavum. Somuleiðis eru 10 plakatir í A4 stødd av tølunum 1-10 settar upp. Eisini her eru myndirnar hjá Janusi brúktar og somuleiðis ørindini úr talsanginum, sum Árni Jacobsen í Námi setti saman.
Plakatirnar av støku tølunum hava reyða rond (Nám-litin) og tær, sum vísa makað tøl, hava bláa rond. Eisini er víst, hvussu vit skriva tølini.
Plakatirnar kunnu takast niður her á Snar á hesari slóð: Plakatir av tølunum