Skip to main content

Rokniamboð

27.11.2019

Nám gevur í hesum døgum út eitt amboð til undirvísingina í støddfrøði.

Amboðið er hent at brúka saman við bókaheildini Rokning ella Skygni, tá arbeitt verður við mongd, vekt ella longd.

Ofta er trupult at fáa skil á eindunum, kilo, hekto, deka, desi, centi og milli, men við hesum amboðnum gerst umskrivingin meiri ítøkilig og kanska lættari. 

Hugskotið eigur Joan Hovgaard, lærari í Sørvágs skúla.

Her greiðir Joan frá, hvussu amboðið skal brúkast