Talvkapping á Eiði
18 lið tóku lut: 6 úr Skúlanum við Løgmannabreyt, 4 úr Eysturskúlanum, 3 av Eiði, 3 úr Gøtu og 2 úr Kollafirði.
Dagurin gekk upp á stás. Børnini vóru íðin, hugagóð og vístu góðan ítróttaranda. Serliga hugaligt var tað at síggja, hvussu still børnini vóru – bæði meðan tey telvaðu og sum tey eygleiddu hini talvini, eftir at tey sjálvi vóru liðug.
Við 18 liðum í kappingini gjørdist spenningurin sum vera man øgiligur. Undan síðsta umfarinum lógu tvey lið stavn um stavn: Kollafjørður 1 og Løgmannabreyt 2. Líkt var til, at dysturin teirra millum fór at vera avgerandi, men liðini tóku so mong stig frá hvørjum øðrum, at eitt triðja lið, Løgmannabreyt 3, við stórsigri í sínum dysti streyk framvið kappingarneytunum og nápaði 1. plássið! Endin var so statt, at Løgmannabreyt 3 vann kappingina og gullið, Løgmannabreyt 2 tók 2. plássið og silvurið, og Kollafjørður 1 fekk 3. plássið og bronsumedaljurnar.