Tað musiska menniskjað
Høvuðsevnið, ið hevur støði í bókum hansara, einamest í bókini Det musiske menneske (Tað musiska menniskjað), er: Mentan, skúli, sangur og læring.
Aftaná verður pallborðsfundur, kjak og tónleikur á skránni.
Tiltakið er ókeypis!
Kjell Larson, lektari í Eidsvoll, ummælir soleiðis Jon-Roar sum fyrilestrahaldara:
Hann segði frá á livandi hátt eldhugaður við dragandi og eggjandi rødd og rørslum og við kveikjandi skifti millum ymsar málbúnar. Ja, satt at siga var framløguháttur hansara í besta samljóði við innihaldið.
...Tað týdningarmesta íkastið hjá Jon-Roar Bjørkvold eru eginleikar hansara at skapa eina størri fatan av, hvussu ymisk eyðkenni og ymsar fortreytir næmingar hava. Hetta kunnu vit skúlafólk ikki verða mint á ov ofta. Bjørkvold setur mótsetningarnar, barnamentan og skúlamentan, hvast upp hvørjar móti øðrum, tá hann t.d. letur ”bláar hestar” umboða barnamentanina og “stórar, brúnar hestar” umboða skúlamentanina.
Eg má viðganga, at tá eg havi rættað uppgávur, havi eg sett reyðar strikur undir rættiliga nógvar “smáar, bláar hestar” heldur enn at víst áhuga fyri, hvaðan teir koma, og hvagar teir skulu fara.
----------------------------------
Tað musiska menniskjað - ein lívsstílurÚr fororðinum til Det musiske menneskeOkkum øllum tørvar tað musiska menniskjað. Eingin missir burtur av tí musiska, uttan at okkurt sera grundleggjandi í menniskjaliga lyndi hansara har við eisini fer fyri skeyti.
Tí haldi eg tað vera umráðandi at royna at skilja tað musiska menniskjað betur og at skilja eitt sindur meiri av upphavi, sereyðkennum og fjølbroytni tess.
Av tí at hetta økið er ómetaliga umfatandi, er tað ofta merkt av tøgn í eini serfrøðingasiðvenju sum tí vesturlendsku. Tað snýr seg eyðsæð um lívsmenning og leik, børn og barnamentan, skapandi menniskju og tónleik, men eisini um námsfrøði og skúla og samfelagsmenning og politikk. Tí tað musiska menniskjað hoyrir til í eini vistfrøðiligari heildarhugsan. Um vit ikki royna at hugsa í størri eindum, ikki bara tvørtur um fak og tekstsløg, men eisini tvørtur um mentanir, aldursbólkar, vísindi og skaldskap, missa vit tað musiska menniskjað úr eygsjón.
Tilber at lesa meira um Jon-Roar Bjørkvold á heimasíðuni hjá Forlagnum Freidig: www.freidig.no/