Málhjólið er ovast á listanum

03.05.2016
Týska mállæruhjólið hjá Námi er ovast á sølulistanum í Gamla Bókahandili á Vaglinum í Havn, har bókaútsøla er í løtuni.
Hjólið er uppfunnið í Námi og er ætlað næmingum, sum læra seg týskt.
- Hetta er ein praktisk loysn, ið lættir um skrivliga arbeiðið, nú tað slepst undan at leita so nógv í mállæruni. Nú er alt við hondina, sigur Nám í tíðindaskrivi.
Her er filmur um at brúka týska mállæruhjólið hjá Námi.https://www.youtube.com/watch?v=CoNz79CjCGA&feature=youtu.be
Mállæruhjólið kostar 78 krónur.