Skip to main content

KT-umsitingarskipan

Nýggj KT-umsitingarskipan

 

Nýggj heildarætlan fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum varð løgd fram og handa landstýrismanninum við uttanríkis- og mentanarmálum, Jenis av Rana, í Norðurlandahúsinum 4. septembur 2020.

Heildarætlanin sum PDF-skjal

Heildarætlanin fevnir um hesi bæði høvuðsátøk:

Fyrra høvuðsátakið er eitt trygt Skúlanet, ið svarar til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar. Skúlanetið er ein KT felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám og Setrið og KT-landsins. Størsti parturin av uppgávunum verða útveittar til føroysku KT vinnuna.

Seinna høvuðsátakið er at menna eina framkomna og trygga lestrarfyrisitingarskipan, ið er felags fyri fólkaskúla, miðnám og fróðskaparsetur. Verandi KT-skipanir eru fongdar við álvarsligum trygdarveikleikum, sum bæði Landsgrannskoðan og Dátueftirlit hava víst á.

Nú er tíðin búgvin at seta sjóneykuna á undirvísingarverkið, ið tørvar eina grundleggjandi endurnýggjan og umskipan av KT-virkseminum, siga fyrireikararnir.

Tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið saman við Undirvísingarstýrinum og Námi, ið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum.




Eyðun Gaard um nýggju KT umsitingarskipanina

Eyðun Gaard er stjóri í Námi og limur í stýrisbólkinum, sum hevur arbeitt við eini nýggjari KT umsitingarskipan.


Hjalmar Hansen um nýggju KT umsitingarskipanina

Hjalmar Hansen er stjóri í Undirvísingarstýrinum og formaður í stýrisbólkinum, sum hevur arbeitt við eini nýggjari KT umsitingarskipan.


Skúlaverkið er hin minst digitaliseraði parturin í føroyska samfelagnum

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni og limur í Stýrisbólkinum, greiður í hesum broti frá um søguliga samrøðu við Birgir Danielsen, stjóra á Fiskasøluni, um hagtøl og stýringsamboð, sum vinnan longu tá hevði og síðan støðugt hevur ment. Í somu tíð hevur skúlin hvørki ment hagtøl ella stýringsamboð, sigur Leif. Skúlaverkið er hin minst digitaliseraði parturin í øllum tí føroyska samfelagnum, sigur Leif Abrahamsen.

Hoyr allan fyrilesturin hjá Leif Abrahamsen


Sum hitt rennandi vatn

KT skal verða so natúrligt og sjálvsagt sum rennandi vatn úr krananum, sigur Ulla Joensen, forkvinna í KT-felagnum og stjóri í Elektron, sum eins og Formula og Klintra eru við í Heildarætlanini, sum er handað landstýrismanninum. - Tað skal bara rigga soleiðis, at man kann nýta orkuna til veruligu uppgávurnar, sigur Ulla, sum hevur umboðað KT-felagið.

Hoyr alla taluna hjá Ullu Joensen


Menna KT-skipan til skúlaverkið

Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum og formaður í Stýrisbólkinum, greiður frá í útvarpstíðindunum á middegi 4. september 2020 um Heildarætlanina fyri at menna eina føroyska KT-skipan til alt skúlaverkið.

Hoyr samrøðuna við Hjalmar Hansen á kvf.fo

 


Nýggj KT-umsitingarskipan

Høgni av Skarði, serfrøðingur í námsfrøðiligum KT á Glasir, vitjaði morgunsendingina í Kringvarpinum 8. september. Har greiddi hann frá um Heildarætlanin og KT skipanina, ”Tímaglasið”, sum hann sjálvur hevur ment á Glasir. Henda skipan, ið hevur mong ár á baki, skal sum frá líður víkja fyri nýggju felags KT-skipanini.

Hoyr samrøðuna við Høgna av Skarði á kvf.fo


Allar røðurnar

Her eru røðurnar, sum vórðu hildnar, tá nýggj heildarætlan fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum varð løgd fram og handa landstýrismanninum við uttanríkis- og mentanarmálum, Jenis av Rana, í Norðurlandahúsinum 4. septembur 2020.

Hoyr allar røðurnar, sum vóru hildnar í Norðurlandahúsinum

 

Samandráttur

Heildarætlanin fyri KT umsiting í undirvísingarverkinum 2021-2024 fevnir um tvey høvuðsátøk, sum eru:

1. At stovna ”Skúlanet”, sum er ein felags rakstrar- og supportorganisatión, ið mennir og rekur eitt vælvirkandi og trygt KT net fyri alt undirvísingarverkið, svarandi til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar.

Skúlanet er ein KT felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám og Setrið og KT-landsins. Størsti parturin av uppgávunum verða útveittar til føroysku KT-vinnuna.

2. At menna eina framkomna og trygga lestrarfyrisitingarskipan (LFS), sum er felags fyri fólkaskúlar, miðnám og Setrið. LFS setur dik á talgilda skúlaumsiting, lærupallar og samskifti millum skúla, næming og heim. Úr LFS fáast álítandi hagtøl til skúlar, myndugleikar og politisku skipanina.

Ein týðandi partur er at gagnnýta undirstøðukervið í Talgildu Føroyum til eitt nú sjálvvirkandi datadeiling millum skúlar og myndugleikar og sjálvgreiðsluloysnir, so sum at søkja um lestrarstuðul og heinta próvskjøl.

Forkanningar hava staðfest, at eingin av verandi KT-skipanum lýkur krøvini til KT-trygd og verju av viðkvomum persónsupplýsingum. Fleiri KT-skipanir krevja longu nú dagføringar, sum hvør sær eru kostnaðarmiklar. Landsgrannskoðarin og Dataeftirlitið hava víst á álvarsligar trygdarveikleikar í verandi skipanum. Skúlaleiðslur, myndugleikar og politiska skipanin fáa ikki álítandi hagtøl, ið eru ein fyritreyt fyri umsiting, planlegging og menning.

Staðfest er ein víðfevnd dupultskráseting og manuell deiling av upplýsingum, sum elva til feilir í málsviðgerð og høpisleyst orkuspill hjá myndugleikum, lærarum, næmingum og foreldrum.

Eitt stórt óbrúkt potentiali liggur í at skipa KT-virksemið í felag, har vit tvørtur um stovnsmørk gagnnýta teir góðu KT-førleikarnar og dyggu royndirnar, sum longu eru í undirvísingargeiranum til menning, rakstur og support.

Í Føroyum eru vit í heimsflokki at brúka KT í almenna geiranum. Almennir stovnar hava saman við føroysku KT vinnuni ment tryggar og vælvirkandi KT-skipanir fyri borgaran.

Dømi eru Skattaskipanin, Búskaparskipan Landsins, Talgilda heilsuskipanini, Útgjaldskipanin í almannaverkinum og Talgildi Samleikan, sum nú verður settur í verk.

Tíðin er nú búgvin til at seta sjóneykuna á undirvísingarverkið, sum tørvar eina grundleggjandi endurnýggjan og umskipan av KT virkseminum, sum er lýst í hesi heildarætlan.

Tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið saman við Undirvísingarstýrinum og Nám, ið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum.

Týdningarmestu fyritreytirnar, nú at fara undir Heildarætlanina 2021-2024, eru:

1. at seta á stovn eina verkætlanarskipaða strategiska KT eind í UVS, sum stendur á odda fyri at samskipa, menna og seta í verk átøkini í hesi heildarætlan.

2. at útvega ein løgujáttan upp á 41,5 mió. kr., sum er góðar 10 mió kr. árliga komandi 4 árini. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við KT landsins og Talgildu Føroyar, har undirvísingarverkið kann gagnnýta førleikar og tær vælvirkandi og framkomnu loysnir, sum eru mentar. Hettar sparir tíð, orku, pening og minkar um teir vælkendu váðar, sum eru í so fjøðltáttaðum verkætlanum.

Málið er at Skúlanetið og nýggja lestrarfyrisitingarliga KT-skipanin er sett í verk í øllum undirvísingarverkinum í 2024 og at rakstur, viðlíkahald og víðarimenning frá 2025, verða fíggjað innan verandi játtan.