Skúli og undirvísing
Heimasíður
Útgávur
Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.
Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.
Á bókini verður sagt frá 13 av teimum vanligastu blómusløgunum í Føroyum. Blómurnar eru: brobber, undirløgugras, líragras, svínasólja, smæra, blákolla, silkiband, berjalyngur, hjálpirót,…
Um tann 15 ára gamla Jim, sum, eftir at hann hevði búð 4 ár í Onglandi, í 1833 kom heimaftur til Eldlandið, har hann aftur hitti ætt sína. Bókin byggir á dagbók Darwins og hóskar væl til evnislesnað.
Lív og gróður er um sambandið millum alt livandi á jørðini, um planturnar, sum eru grundarlagið undir øllum lívi, um gróðrarvánir, vistskipan og føðiketur. Bókin viðger trý plantusamfeløg, og tey…
Bókin er ætlað sum frálærutilfar í seinnu helvt av framhaldsdeildini. Hon byrjar við at greiða frá kyknuni, sigur so frá teimum ymisku vevnaðunum, sum laða upp kroppin. Greitt verður frá…
Bókin er ætlað sum frálærutilfar í framhaldsdeildini. Bókin er skipað soleiðis, at fyrst verður greitt frá um høvini og smáplantur og smádýr í sjónum. Síðani verða kópur og hvalur og nakrir fiskar í…
Bókin er fakbók við rættiliga nógvum myndum. Hon byrjar fyri mongum túsund árum síðani í Andesfjøllunum, haðani jarðeplið kemur. So verður greitt frá, hvussu eplini við spaniólum komu til Evropa…
Bein og vøddar
Bein og vøddar lýsir bein og vøddar í kroppi okkara.
Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.
Oyrað
Myndatalva av Oyranum við stuttari kunnandi frágreiðing og føroyskum heitum.
Sjey myndatalvur í røðini eru komnar út. Tær eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur,…
Fleiri útgávur »














