Skip to main content

Hálvatriðju millión vísingar

09.04.2021

Barnasangbókin, sum Nám fór undir at leggja á YouTube fyri tveimum árum síðan, hevur nú havt hálva triðju millión vísingar.

Fyrsti sangur var Lítla fitta nissa mín fyri jól í 2018. Tilsamans eru 120 filmaðir føroyskir barnasangir á rásini, sum hevur 1540 haldarar. Mest spældi sangur er Mæ mæ mæ.

Nýggjasti sangur á listanum við barnasangum er Stórhvalagildið. Tvær níggju ára gamlar gentur hava teknað tær tólv tekningarnar, sum er gjørdar til hvørt ørindi.

Lurta eftir Stórhvalagildinum og hygg eftir myndunum

Her sæst allur playlistin til Barnasangbók Føroya

Onnur tíðindi

27.03.2026

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Les meira
24.03.2026

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Les meira
20.02.2026

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Les meira
11.02.2026

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Les meira