Skip to main content

Kom og rokna í summar!

21.06.2024

Roknibøkur til tey yngstu

Kom og rokna við vøkrum, litríkum og forvitnisligum smáum rokniheftum.

Við Kom og rokna verða børnini leidd inn í støddfrøðiverðina við løttum, atkomiligum uppgávum. Tey læra at skriva tølini, at plussa, draga frá, falda og býta. Harafturat fáa tey innlit í týdningarmikil støddfrøðilig hugtøk. Eitt av aðalmálunum í Kom og rokna, er at uppgávurnar eru lættar og intuitivar, soleiðis at børnini sjálvi megna at loysa tær. Hetta er góð venjing og eggjar til sjálvstøðugt arbeiði, sum er ein grundarsteinur undir framhaldandi læring í støddfrøði.

Í høvðusheitunum eru tríggir hættir at nýta tilfarið.

  1. Sum inngang til ymsu evnini í støddfrøði: tølini, pluss, minus, falda, býta, hagfrøði, krossskipan o.s.fr.
  2. Sum eykatilfar, um næmingurin hevur tørv á tí.
  3. Til teir næmingar, ið hava tørv á øðrvísi avbjóðingum.

Johann Petersen, lærari, hevur gjørt og brúkt heftini í sínari undirvísing í støddfrøði, og nú ber til hjá øðrum, at ogna sær tey. Heftini eru 10 í tali og ætlanin er at gera fleiri! Kom og rokna 1-10 er til keyps á Bókamiðsøluni.

Les meira um bøkurnar her.

 

Viðmerking: Um tú hevur barn, sum fer í skúla ella í forskúla eftir summarferiuna, kunnu hesi hefti vera eitt upplagt amboð at stytta um stundir - og samstundis læra at rokna - í summarferiuni.

Onnur tíðindi

13.12.2024

Nám gevur út bókina “Úr gomlum ritum” við…

Les meira
03.12.2024

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at…

Les meira
30.11.2024

Leikurin Romeo og Julia, sum nú hevur tær seinastu…

Les meira
14.11.2024

Sum liður í arbeiðinum at menna fyribyrgjandi átøk…

Les meira