Skip to main content

Sangfilmur vann filmskappingina hjá Námi

14.12.2020

Fríggjakvøldið vann 20y á Glasir kappingina hjá Námi við filminum "Havið er eitt mysterium".

Tólv filmar frá miðnámsskúlum kring landið vóru við í stuttfilmskappingini um 30.000 krónur frá Námi um besta filmin um Heimsmál nummar 14, sum er um lívið í havinum.

Á heimasíðuni um Heimsmálini er slóð til at síggja filmarnar

Aftaná filmsýningina savnaðust øll í flokkinum framman fyri pallinum í Havnar Bio og sungu sangin "Havið er eitt mysterium", sum er kjarnin í filminum.

Eitt perfect match

Árni Øregaard, sum er formaður í dómsnevndini, segði, at í dómsnevndini hava tey verið samd um, at filmkamera, kanska bara í eini fartelefon, og hvussu vit umsita havið, hevur verið eitt perfect mact.

”Mest sum øll hava fangað evnið og sett tað í sama karm - tað er at blaka eina plastfløsku í havið og væntað at hon bara hvørvir. Men gjøgnum prosessina hava øll lært, at tað ringasta vit kunnu gera, er “at koyra á vestfallið”. At blaka burturkast í havið, og vænta at tað hvørvir og ongastaðni og ongatíð sæst aftur. Hetta fata vit sum ein kjarna í ocean literacy. At fata og skilja havið á ein støðugt nýggjan hátt, sum vit eisini seta okkum fyri at fortelja øðrum um,” segði Árni, sum er marmiðlasmiður í Námi.

Vit vóna at tit hava havt tað stuttligt

Tóra Petersen segði, at tey í Námi og í dómsnevndini gleddust um luttøkuna hjá næmingunum í filmskappingini.

”Vónin er, at tit øll, bæði tit sum hava vunnið og tit sum ikki vunnu hesuferð, hava lært okkurt. Kanska tit hava lært okkurt nýtt um heimsmálini og um havið? Kanska tit hava lært okkurt nýtt um tað at gera film? Og kanska tit hava lært okkurt um, hvussu tit hvør sær arbeiða, hvussu tað er at arbeiða í einum bólki, og hvussu tað er at loysa eina uppgávu, sum hevur nøkur krøv, samstundis sum uppgávulýsingin gevur stórt frælsi. Kanska eru tit vorðin greið yvir, hvat tit duga væl og hvat tit kundu hugsað tykkum at duga betri? Og mest av øllum, so vóna vit eisini at tit hava havt tað stuttligt,” segði Tóra, sum er nýsettur trivnaðarráðgevi í Námi.

Næmingarnir kenna nógvar filmar

Dómsnevndin, sum taldi fimm fólk, var hugtikin av nógvum filmum og serliga teirra tilsipingum til aðrar filmar, ella intertekstualitet.

Birgir Kruse helt fyri, at ”eini filmurin leiðir tankarnar til Baz Luhrman, tí filmurin er ein duell í sólbrillum, poetry slam, millum tveir persónar, sum greitt geva úttrykk fyri teirra grundsjónarmiðum um burðardygd, og at avbjóðingin er ikki eintýðug og sjálvsøgd. Eitt gott tíðardokument, sum eisini kann vera stand up poetry slam show, so góður er teksturin.

Ein annar filmur er tættpakkaður við vitan og upplýsingum um havið. Í einum sekvensi síggja vit eina lummalykt lýsa á dálkingarkeldur. Eitt sigandi signal um mest dálkandi partin í føroyskum øki, sum allíkavæl ikki telur við.

Huglagið í einum øðrum filmi er ljóst og hugvekjandi. Vónin um framtíðina er grundarsteinurin í einum fangandi videolagi um tað mystiska havið. Tað er ikki sørt, at vit fanga okkum í at syngja við” segði Birgir, sum er ritstjóri í Námi.

Plast er ein avbjóðing í havinum

Karina og Sólvá, søgdu, at ”Ein annar stuttur filmur er upptikin á eini brúgv í Klaksvík. Meðan vit síggja flotan liggja hinumegin, fer einsamalli leikarin at fiska og fær ein evarska lítlan fisk, sum hann stingur í lumman. So flytir kamera og vit síggja eitt fjall av plastikkfløskum. Hugvekjand stuttfilmur, sum leiður tankarnar aftur til tað komiska og slap stick show hjá Buster Keaton í svørtum-hvítum í tjúgunum.”

Tær hildu fram við at vísa á, at í vikuni hoyrdu vit, at plast er ein avbjóðing og at heimsins mest dálkandi fyritøkur á hesum øki eru coca cola og pepsi við teirra plastfløskum.

”Tí er tað serstakliga áhugavert, at eini flokkurin hevur valt at brúka plastfløskuna og lívið hjá eini plasfløsku sum fast sjónarhorn í øllum filminum. Og so verður spolað aftur og vit síggja alt í rewind. Neyðars GoPro kamera, helt dómsnevndin, tá fløskan ikki bara fór á sjógv, men eisini í fløskuautomatina, søgdur Sólvá, sum er ráðgevi og Karina, sum er ritstjóri í Námi.

Í einum filmi verður ein fløskupostur drigin fram og settur inn í eitt tíðarperspektiv.

Dómsnevndin var samd um, at besti einstaki sekvensur er undirsjóvarmyndir í einum baðikari, har høvuðsleikarin viklar seg inn í plastikk, og sær burturkast detta niður í váta elementið. Ein estiskt serstakliga væl frágingin roynd, ið hugtók øll, segði dómsnevndin, sum eisini nevndi hesar filmar:

”Tveir drongir ganga í gøtuni og leita eftir eini skerllispann. “Blak bara”, sigur annar. “Blak bara!” Í einum ræðufilmi síggja vit eina gentu føða eitt plastikkbarn. Í einum øðrum føri er høvuðspersónurin á seiðabergi. Heimkomin steikir hann fiskin - og doyr. Í einum filmi síggja vit ein bommpakka úr plasti fara avstað í vindinum. Ikki ólíkt “American beauty”. Referansurnar eru nógvar og vitanin um film er stór,” segði dómsnevndin.

Vinnarafilmurin lýkur allar treytir

Hugskotini vóru nógv á filmskvøldinum, og dómsnevndin fekk torføru uppgávuna at sortera og velja burturúr. Men veljast skuldi og Eyðun Gaard, stjóri í Námi, fekk úrskurðin hjá samdu dómsnevndini, sum staðfesti vinnaran soleiðis:

"Vinnarfilmurin lýkur allar treytir, ið eru settar til kappingina, har úrvalda evnið er heimsmál nummar 14, sum er lívið í havinum og hugtakið “Ocean Literacy”.

Umframt hetta formalistiska krav, er dómsnevndin eisini av teirri fatan, at filmurin ikki bara er alment upplýsandi, men eisini er inspirerandi og lyftir filmaðu framsetingina upp í nýggjar hæddir, so vit kunnu syngja afturvið. Vinnandi filmurin er ein hybrid filmur, sum eisini rúmar sangleikahevdini.

Umframt at fáa okkum at undrast um havið, fær hann okkum at syngja um havið.

Fyri hetta inspirerandi avrik heldur dómsnevndin, at vinnandi filmurin í stuttfilmskappingini hjá Námi eigur at vera “Havið er eitt mysterium” hjá 20y á Glasi.

Til lukku við avrikinum, til lukku við vinninginum".

Eftir at hava lisið grundgevingina frá dómsnevndini, handaði Eyðun umboðum fyri flokkin, sum høvdu gjørt vinnandi filmin, heiðursbræv, ið prógvar, at tey hava vunnið 30.000 krónur.

Vit ynskja 20y á Glasi hjartaliga til lukku við kveikjandi filminum og góða sanginum um havið!

Á heimasíðuni um Heimsmálini er slóð til at síggja filmarnar

 

Onnur tíðindi

25.10.2024

Temasíða um filmin Hjartabørn í Kenja er nú á snar

Les meira
16.10.2024

Lesibókin Dropar 7 varð í dag heiðrað við…

Les meira
03.10.2024

PISA kanning verður aftur á vári 2025.

Les meira
23.09.2024

Bókarøðin fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók,…

Les meira