Skip to main content

Støddfrøði til 8. flokk

02.10.2023

Nám gevur út grundbókina Støddfrøði 8, sum er partur av støddfrøðirøð til hádeild fólkaskúlans.

Støddfrøði 8 - grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki. Seinni koma uppgávubók og lærarabók.

Bókaheildin Støddfrøði 7  kom út í 2021, og seinni kemur Støddfrøði 9.

Far til útgávuna Støddfrøði 8

Útgávuheimurin Støddfrøði til hádeild

Støddfrøði 8 fevnir um:

  • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin vendir sær beinleiðis til næmingin og eggjar til at lesa, tosa um, arbeiða við og fata støddfrøði.
  • Uppgávubók: Ískoyti til Grundbókina. Í Uppgávubókini eru fjølbroyttar uppgávur á ymsum torleikastigum.
  • Lærarabók: Hjálparamboð til læraran. Lærarabókin fylgir einstøku síðunum í Grundbókini og gevur læraranum hugskot til ymsar framferðarhættir, virksemi, næmingalagaða undirvísing, eftirmeting og hugdýping.
  • Avritsmappu: Tilfar til spøl, uppgávur og annað virksemi. Klárt at avrita til nýtslu.
  • Handbók: Savn av formlum og reglum, sum verða lýst við dømum.

Útgávuheildin Støddfrøði veitir grundarlag fyri gevandi og livandi undirvísing í støddfrøði.

Gjøgnum virkið og granskandi arbeiði ogna næmingarnir sær bæði fatan og førleika í støddfrøði. Við støði í Støddfrøði skulu næmingar og lærarar í felag lesa støddfrøði, loysa uppgávur, kjakast um framferðarhættir og fara undir støddfrøðiligar avbjóðingar á kannandi og skapandi hátt. Støddfrøði vekur áhugan hjá næmingunum við fjølbroyttari undirvísing og við at knýta samband millum støddfrøðina og gerandisdagin.

Støddfrøði  leggur dent á:

  • Fakliga innihaldið, skilvísan bygnað og stigvøkstur
  • Neyv og týðilig førleikamál
  • Praktisk dømi og uppgávur
  • Næmingalagaða undirvísing
  • Ítøkiliga leiðbeining til læraran

Onnur tíðindi

16.09.2026

Starvið er nýtt og hevur til endamáls at styrkja…

Les meira
09.09.2026

Úrslitini frá PISA 2025 vísa eina blandaða mynd.…

Les meira
28.08.2026

Aftur í ár er Nám við í kappingini um at hava…

Les meira
14.08.2026

Skeiðstilmeldingin er latin upp aftur.

Les meira