Skip to main content

Temasíða um Magnus Heinason

21.03.2023

Á Snar er nýggj temasíða um tjóðarhetjuna Magnus Heinason. Síðan er gjørd eftir nýggjum temaleisti í nútíðar sniði

Far til temasíðuna »

Magnus Heinason verður vanliga sagdur at vera ein av okkara tjóðarhetjum. Kortini vita flestu føroyingar lítið um hann. Endamálið við temasíðuni er at greiða frá lívi Magnusar. Hvør hann var, og hví er hann tjóðarhetja í Føroyum?

Úr søguni um Magnus Heinason kunnu nevnast hesir tættir: Magnus var føddur í 1545, Hann vardi føroyingar móti sjórænaraálopum. Hann stríddist fyri niðurlendingar í frælsisstríðnum móti spaniólum.  Hann vann sær stóra virðing millum føroyingar fyri síni kappabrøgd. Hann var ákærdur fyri svik og neyðtøku. Hann varð dømdur til deyða og hálshøgdur í Keypmannahavn í 1589. Eftir deyðan varð hann fríkendur.

Undirvísingargongdir

Undirvísingargongdir eru gjørdar til temasíðuna. Hesar eru ætlaðar at brúka í fólkaskúla, og við hvørja undirvísingargongd er tilskilað, á hvørjum aldursstigi, tær eru egnaðar at brúka.

Nýtt snið

Í sambandi við temasíðuna um Magnus Heinason verður eisini ein nýggjur temaleistur tikin í brúk til temasíðurnar á Snar. Sniðið er nútíðarhóskandi og brúkar alla víddina á skerminum.

Livandi temasíður

Temasíðurnar á Snar eru livandi og kunnu altíð broytast og tillagast. Snar tekur tí fegin móti nýggjum hugskotum og undirvísingargongdum, bæði til hesa síðuna um Magnus Heinason og aðrar temasíður. Samsýning verður givin fyri arbeiðið.

Lærarar og onnur eru eisini vælkomin at venda sær til ritstjórnina á Snar við hugskotum um nýggjar temasíður. Fyrispurningar skulu sendast til snar@snar.fo

Far til temasíðuna »

 

 

Onnur tíðindi

13.12.2024

Nám gevur út bókina “Úr gomlum ritum” við…

Les meira
03.12.2024

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at…

Les meira
30.11.2024

Leikurin Romeo og Julia, sum nú hevur tær seinastu…

Les meira
14.11.2024

Sum liður í arbeiðinum at menna fyribyrgjandi átøk…

Les meira