Skip to main content

Er føroyski fólkaskúlin á rættari kós?

03.02.2023

Kunningartøkni er nyttulig og góð á mangan hátt, men kemur eisini við avbjóðingum.

Louise Klinge, ph.d., barna- og skúlagranskari og limur í “Børnerådet”, og Dorte Ågård, ph.d. og granskari í floksleiðslu, hava skrivað áhugaverda grein um tað rúmd, tær meta, talgildir miðlar bæði til undirvísing og undirhald, hava fingið innan skúlans gátt í Danmark.
Tær vísa á, at næmingar í alt størri mun sita við ein skýggja stóran part av degnum, tí undirvísingartilfarið seinastu árini er vorðið talgilt.


Greinin er skrivað í sambandi við, at nýggja danska stjórnin hevur sett spurningin, hvussu kunningartøkni verður nýtt skilagott, soleiðis at næmingar ikki sita við ein skýggja stóran part av skúladegnum.
Louise Klinge og Dorte Ågård vísa á, at skýggjanýtslan eigur at avmarkast grundað á serliga hesi vandamál:

  1. Talgilda frálærutilfarið hevur skúgvað burtur aðrar læruhættir og ger undirvísingarfrálæruna sera eintáttaða.
  2. Sosialu miðlarnir stjala virðismikla tíð av undirvísingini og elva til verri bindindi.

Skúlin skal virka fyri, at næmingarnir trívast í skúlanum og mennast til ábyrgdarfullar, dugnaligar og virknar borgarar, sum bæði duga at brúka seg sjálvi, men sum eisini eru før fyri at hyggja út um seg sjálvi. Hetta fer fram í einum litríkum, fjølbroyttum samspæli í ymiskum høpi. Talan er m.a. um samrøður, fangandi undirvísing, verkstovur, spæl, uppgávuloysn, hugdýping, náttúruupplivingar og listarlig úttrykk.


Tær eru samdar um, at kunningartøkni er nyttulig og góð á mangan hátt, men serliga talgildu pallarnir hava ført við sær, at næmingarnir sita framman fyri skýggjan og læra um heimin á ein tvídimensionellan hátt. Veruleikin, harafturímóti, er fysiskur, fleirdimensionellur og millummenniskjaligur, og samvirkan við veruleikan ávirkar allan kroppin og allar sansir.

For når læring er sansemæssigt forankret i kroppen, lagres den mange steder i hjernen, hvilket styrker hukommelsen og skaber dyb og varig læring. Kontakten med skærmen bør derfor være et supplement, men aldrig omdrejningspunktet for elevernes skoleliv.
Mange elever får i dag sjældent lejlighed til at skrive i hånden og har svært ved at holde på en blyant og skrive læsbart. Håndskriften er på vej ud, og dermed mister eleverne den læringsmæssige mulighed, at man bedre husker det, som man har formet med hånden, end det, der er skrevet på tastatur.
På samme måde forankres læsning på skærm ikke lige så effektivt i hukommelsen som læsning i en bog. Det afsætter flere neurologiske spor, fordi håndtering af bogen i langt højere grad aktiverer rumsans, motorik og følesans (endurgivið úr greinini).

Avbjóðingin er at finna eina javnvág, har talgildir miðlar og fysiskt tilfar verða brúkt tilvitað eftir tørvi og í mun til endamál.

Louise Klinge og Dorte Ågård eru avgjørdar, tá tær nevna sosialar miðlar. Teir eru ikki partar av lærarastýrdu fakligheitini, men eru dagdvølja hjá næmingunum og verða stýrdir av algoritmum hjá techgigantunum. Teir eiga ikki at hava nakað pláss í undirvísingini. Teir órógva og eru tíðarspilla og hava neiliga ávirkan á læringina hjá næminginum.

Hjernens arbejdshukommelse, hvor det, man skal lære, bearbejdes, har en meget lille kapacitet og kan kun foretage sig en ting ad gangen. For at den nye viden skal kunne lagres i langtidshukommelsen, skal neuronerne i arbejdshukommelsen holdes elektrisk aktive tilstrækkeligt mange sekunder, hvorved informationen fastholdes og bearbejdes gennem uafbrudt aktivering. Derfor kan selv en ganske kort afbrydelse slette det, man var i gang med at lære (endurgivið úr greinini).

Nógvir skúlar hava longu reglur um telefon- og teldunýtslu í skúlatíðini, t.d., at telefonir liggja í einum skápi, ella at appir avmarka reikanina, at teldur skulu vera sløktar, tá tímin byrjar og bara kunnu verða tendraðar, tá tær skulu nýtast í sambandi við undirvísingina, at skúlar hava ein firewall, sum forðað atgongd til sosialar miðlar, spøl, stroyming ella annað líknandi. Harumframt skulu bøkur, pappír, blýantar o.a. aftur fáa sítt pláss í skúlastovuni.

 

Grundgevingar ímóti hesum avmarkingum eru ofta, at vit skulu albúgva næmingarnar á talgilda økinum, ella at forboð eru ímóti danskari siðvenju. Hesum taka Louise Klinge og Dorte Ågård ikki undir við. Tær siga, at tað, at lata næmingum upp í hendur at stýra nýtsluni av talgildu miðlunum, er at leggja ov stóra ábyrgd á næmingarnar og yvirmeta teirra sjálvstamarhald.

Ein triðja grundgeving er, at framtíðin er talgild, og vit kunnu ikki steingja okkum úti frá talgilda heiminum. Tað skulu vit heldur ikki, siga tær, men framtíðin skal vera bæði analog og talgild. Vit skulu nýta teldur í skúlanum, men í minni mun enn nú. Tær enda við at siga, at tíðin er komin, at vit sum samfelag gera upp við ta villleiðing, at næmingar mennast og læra best stuðlaðir av einum skýggja.

Samandráttur av kronikki í Politiken 9. januar 23.

Bera vit støðuna í Danmark saman við støðuna í Føroyum, er eyðsæð, at føroyska skúlaverkið als ikki hevur so nógv talgilt tilfar til undirvísingina sum Danmark ella onnur lond. Kortini hava vit atgongd til nógv tilfar á øðrum málum á netinum. Tað er umráðandi, at vit hugsa okkum um og umrøða hetta týdningarmikla og viðkomandi evni frá so nógvum sjónarhornum, sum til ber, bæði sálarfrøðiligum, námsfrøðiligum, didaktiskum, demokratiskum og samfelagsligum, og seta næmingin í miðdepilin. Hvar er ein rímilig javnvág, sum tekur atlit at lívsgóðskuni hjá børnum og ungum, og eisini ger tey før fyri at gerast kritiskir og virknir borgarar í samfelagnum?

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi